- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarstjórin í Huawei handtikin
- Wanzhou Meng varð handtikin í Vancouver 1. desember. Amerikonsku myndugleikarnir hava eftirlýst hana, og hon skal eftir ætlan avhoyrast fríggjadagin, sigur kanadiski løgmálaráðharrin, Ian McLeod, sum hevur fingið bann fyri at upplýsa meira um málið í løtuni.
Wanzhou Meng er ikki bara fíggjarstjóri í Huawei, men eisini næstformaður í stýrinum fyri felagið, og dóttir stovnaran, Ren Zhengfei.
Huawei er vaksin skjótt til heimsins størsta smarttelefon-framleiðara og er eitt av heimsins størstu feløgum í Kina.
Amerikanskir myndugleikar hava síðani 2016 kannað, um Huawei hevur skákað sær undan handilsforðingunum móti Iran við at selja útgerð frá amerikanska felagnum Hewlett-Packard til landið.
Slíkur handil skal verða gjørdur gjøgnum felagið Skycom, har Wanzhou Meng er stýrislimur.
Meng skal hava tilknýti til brot á handilsbann longu í 2013, skrivaði Reuters tá.
Handtøkan kemur samstundis, sum Kina og USA liggja í stórari handilsósemju.
Og tað hendir eisini samstundis, sum USA hevur lagt trýst á sameindu síni um ikki at keypa KT-útgerð frá Huawei, tí stórur vandi skal vera fyri trygdini, um útgerð frá Huawei verður brúkt í KT-undirstøðukervinum hjá landinum.
- Kina kann leggja trýst á framleiðarar um at tillaga teira vørur til at roynast verri ella steðga, til njósning ella bara at fáa atgongd til KT-kervið, hevur stjórin fyri bretsku fregnartænastuna, MI6, Alex Younger, sagt fyrr við Reuters.
Fyrr hava Australia, USA og Kanada sett Huawei á svaralista av ótta fyri, at kinesiski staturin ella aðrir aktørar kunnu brúka netverkið hjá Huawei til teldu-njósning.
Huawei hevur víst aftur øllum hesum pástandum og leggur dent á, at felagið er óheft av myndugleikum, og fæst ikki við njósning.
Huawei er risa fyritøka, sum selur vørur og tænastur til 170 lond kring allan heim. Huawei er m.a. í Føroyum.
Í síðsta mánaði boðaði Føroya Tele frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Huawei um, at farnetið hjá Føroya Tele verður raðfest millum tey fyrstu í øllum heiminum at fáa nýggjasta ættarliðið av farnettøkni, 5G.