- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innbrot hjá Demich
Løgreglan kannar eitt innbrot í Havn í nátt.
Tjóvar hava brotið inn í bygningin hjá Demich, sum er við gamla Velbastaðvegin í Vesturbýnum í Havn.
Tjóvarnir eru slopnir inn í pengaskápið við rætta lyklinum og hava stolið tað, sum var av peningi har.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað er ikki greitt, hvussu nógvur peningur var í pengaskápinum.
Enn er eingin undir illgruna, men løgreglan hevur tryggjað slóðir á staðnum.
Seinasti, sum var til arbeiðis í bygninginum, fór heim um sekstíðina í gjárkvøldið, og innbrotið varð staðfest um 8-tíðina í morgun.
Løgreglan heitur tí á fólk um at siga frá, um tey hava sæð nakað í økinum frá Demich og úteftir gamla Velbastaðvegnum, sum kann hava samband við innbrotið í nátt.
Løgreglan hevur telefonnummar: 351448.