Høgrarák í Andalusia

Høgrarák í Andalusia
Høgravíðgongdi flokkurin Vox hevur fingið sæti í landspartatinginum í Andalusia í Suðurspania.
Santiago Abascal, floksformaður í Vox.
 
03.12.2018 - 12:53

Hetta er fyrstu ferð, at ein høgravendur flokkur við nationalistiskari stevnuskrá situr í tinginum í Andalusia, síðan Franco var einaræðisharri í Spania í 70 árunum.

Andalusia er fólkaríkasti landspartur í Spania.

Frammanundan var roknað við, at Vox-flokkurin fór at fáa fimm sessir, men tá ið avtornaði fekk hann 12 sessir í tinginum.

Flokkurin leggur serliga stóran dent á at steðga tilflyting til Spania.

Hetta er bara seinasta dømi av fleiri um, at høgravíðgongdir flokkar taka seg fram í Evropa.

Sambært BBC hava eygleiðarar væntað, at Spania er meira mótstøðuført fyri høgrarákinum enn onnur lond, orsaka av fríska minninum um tíðina undir fasistiska stýrinum hjá Franco.

Sosialistiski flokkurin hevur havt valdið í Andalusia í 36 ár.

Hesaferð vóru sosialistarnir eisini størstir, men mugu hesaferð samráðast yvir um miðjuna fyri at sleppa at skipa stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508