Fingu skattalætta fyri inngjald til Samhaldsfasta

Fingu skattalætta fyri inngjald til Samhaldsfasta
Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við dupultum skatti. Pengamaskina heldur enn grunnur, sigur minnilutin
Bæði inngjald og útgjald verða skattað.
 
22.11.2018 - 12:24

Fólk hava fingið skattalætta fyri tað, tey rinda í skatti av inngjaldinum til Samhaldsfasta.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgonguflokkarnir, mælir frá at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt, tí inngjaldið eisini verður skattað.

Veruleikin er, sigur meirilutan, at hetta er ein skipan, sum verður brúkt til allar okkara sosialu skipanir, og hon er politiskt tilvald. 

Upprunaliga fekk skattgjaldarin skattafrádrátt, sum svaraði til inngjaldið í Samhaldsfasta.

Men við bruttoskattaskipanini í 1996 kom ein botnfrádráttur í staðin fyri flest allar aðrar frádráttir, og í øllum førum fyri inngjaldið til Samhaldsfasta og ALS. 

Eisini avleiðingar

Meirilutin heldur tó uppskotið um at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt er í sær sjálvum áhugavert.

Men meirilutin heitir á uppskotsstillaran, sum er Fólkaflokkurin, um at koma við einum meira fullfíggjaðum uppskoti, har flokkurin eisini nevnir avleiðingarnar av uppskotinum. 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, andstøðan, vísir á, at Samhaldsfasti er vorðin ein pengamaskina hjá landskassanum og kommunukassum, heldur enn ein grunnur, sum skal hjálpa pensjonistunum. 

Minnilutin mælir til at samtykkja uppskotið.

Atkvøtt verður um málið verður á næsta tingfundi, sum verður 4.desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109