Er annað húsarhaldið uttanlands fæst eingin stuðul

Er annað húsarhaldið uttanlands fæst eingin stuðul
Stuðul til dupult húshald skal bara latast, um bæði húsarhaldini eru í Føroyum . Truplari at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands, sigur andstøðan
Løgtingið skal atkvøða um stuðul til dupult húsarhald.4.desember.
 
22.11.2018 - 12:32

Uppskotið hjá landsstýrinum um at strika stuðulin til húsarhald uttanlands hevur undirtøku hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini.

Endamálið við lógini um stuðul til dupult húsarhald er, at tað skal bera til hjá fólki í Føroyum at búgva og arbeiða í Føroyum.

Meirilutin tekur tí undir við, at kravið um stuðul til dupult húsarhald verður, at bæði húsarhaldini eru í Føroyum. 

Er annað húsarhaldið uttanlands, verður eingin stuðul latin, eins og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, mælir til, heldur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Meirilutin sigur eisini, at fólk, sum arbeiða uttanlands, hava ymiskar skattafyrimunir. 

Minnilutin í Fíggjarnevndini skilir ikki, hví samgongan vil gera tað truplari hjá føroyingum, sum búgva í Føroyum, at arbeiða uttanlands, og mælir tí løgtinginum til at fella uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109