Høvuðsstaðurin skal fáa pengar burturúr ráðstevnum

Høvuðsstaðurin skal fáa pengar burturúr ráðstevnum
Nú skal høvuðsstaðurin miðvíst byggja upp eina ráðstevnuferðavinnu, tí har eru pengar at tjena.
 
18.11.2018 - 10:27

- Hagtølini vísa, at ein ráðstevnugestur leggur trífalt so nógv eftir seg enn eitt vanligt ferðafólk, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Býráðssamgongan hevur sett sær fyri at fáa munandi fleiri ráðstevnur til Havnar komandi árini, tí ein ráðstevnugestur hevur fleiri pengar um hendi.

- Fyrimunurin er eisini, at vitan verður verandi í býnum, og náttúran verður heldur ikki dálkað óneyðuga nógv, sigur hon.

Læknaráðstevnan er fyrimyndin

Fyri einum ári síðan var ein stór læknaráðstevna í Norðurlandahúsinum, tá 350 læknar úr øllum heiminum vóru í Føroyum og greiddu frá sínum royndum.

- Tænastuvinnan í Havn merkti ein týðiligan mun tá. Kaffihúsini og matstovurnar í býnum tjentu okkurt um fimm milliónir krónur, meðan læknaráðstevnan var her. Vit vita, at hesi fólkini brúka nógvar pengar, og tí skulu vit hava fleiri ráðstevnur, sigur hon.

Skulu hava virksemi í gistingarhúsini

Fleiri gistingarhús verður bygd og umbygd í Havn nú. Dømi eru, at Smyril Line byggir á Oknarvegnum, Atlantsflog og LÍV byggja á Smyrilsvegnum, Hotel Føroyar byggir út, Hotel Hafnia hevur bygt um og Hotel Havgrím er latið upp.

Kommunan skal vera ein virkin viðspælari í at fáa ítróttakappingar, tónleikatiltøk og felagsskapir annars, umframt stórar fakligar ráðstevnur, hendanvegin, bæði um veturin og um summarið.

Tórshavnar kommuna samstarvar við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn, og teirra ambassadørar skulu fáa ráðstevnur til Havnar.

Men borgarstjórin dugir ikki at siga nú, hvussu nógvar ráðstevnur skulu vera um árið.

- Saman við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands fara vit nú at seta okkum nøkur mál. Men endamálið er greitt at fáa ráðstevnugestir, sum leggja so nógv eftir seg sum tilber, sigur hon.

Vóru í Dubai

Boðskapurin um ráðstevnuferðavinnuna kemur eftir, at býráðslimir í Havn hava verið í Dubai á einari stevnu um ferðavinnu.

Annika Olsen, Bogi Andreasen og Anfinn Brekkstein vóru við, umframt fólk úr umsitingini og Visit Faroe Islands.

Tað var neyðugt at fara allan vegin til Dubai, sigur borgarstjórin.

- Ja, eg veit tað, hasin spurningurin verður altíð settur, sigur hon.

- Men á hesari ráðstevnuni í Dubai vóru øll tey fremstu innan meeting-industry, og um hvønn leiklut politikarar eiga at hava, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205