Kristina Háfoss kannar talgilding í Katalonia

Kristina Háfoss kannar talgilding í Katalonia
Landsstýriskvinnan hittir forsetan og ráðharrar í Katalonia
Kristina Háfoss og Quim Torra i Pla, forseti í Katalonia.
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
14.11.2018 - 12:56

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í Katalonia. 

Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin í talgilding, hevur bjóðað landsstýriskvinnuni á vitjan. 

Í hesum sambandi eru eitt nú fundir við nógvar myndugleikar í Barcelona.

Í gjár var Kristina Háfoss á Smart City Expo World Congress, sum er millum størstu altjóða ráðstevnur um talgilding og talgildar loysnir. 

Eitt av høvuðsendamálunum við ráðstevnuni er at viðgera og lýsa talgildar loysnir, sum kunnu gera lívið og gerandisdagin lættari hjá fólki.

Hitti forsetan

Umboð úr flestu undangongulondum í talgilding vóru á ráðstevnuni.

Kristina Háfoss hitti í gjár Quim Torra i Pla, forsetan í Katalonia, Jordi Puigneró, ráðharra í talgilding, og Angels Charcón i Feixas, ráðharra í vinnu og vitan.

Í dag er fundur í katalanska aðalráðnum, sum varðar av talgildingini í Katalonia. 

Har verður tosað um millum annað tær loysnir, sum valdar eru í Føroyum og Katalonia í talgilding og umrøða møguleikar fyri framtíðar samstarvi á økinum.

Á skránni eru eisini vitjanir hjá katalanska KT miðdeplinum hjá stjórnini og hjá tí eindini, sum hevur við KT trygd og Cyper Security at gera.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946