Færri útlendingar í Premier League

Færri útlendingar í Premier League
Bretska fótbóltssambandið, FA, arbeiðir við eini ætlan um at minka um talið á útlendskum fótbóltsleikarum í Premier League.
Tottenham hevur fleiri útlendskar spælarar í hópinum millum annað danskaran Christian Eriksen.
 
14.11.2018 - 07:56

Bretska fótbóltssambandið, FA, arbeiðir við eini ætlan um at minka um talið á útlendskum fótbóltsleikarum í Premier League. Tað skrivar blaðið, The Times.

Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at talið av fremmandumleikarum skal minka úr 17 niður í í mesta lagi 12 í hvørjum felag.

Nýggja skipanin skal eftir ætlan koma í gildi 29. mars í 2019, tá Bretland eftir ætlan fer úr ES.

Finst eingin semja ímillum FA og liðini, so verður úrslitið, at leikarar úr øðrum evropeiskum londum fara at hava torførari við at fáa loyvi at koma til Bretlands.

Í dag hava feløgini loyvi at hava upp í 17 leikarar í hópinum. Einstøk lið hava longu so nógvar leikarar, eitt nú Manchester City og Tottenham.

Feløgini kunnu sleppa undan treytunum, um tey gera avtalu við ungar leikarar, sum kunnu venja við feløgunum. Men teir skulu hava verið í felagnum í minst trý ár, tá teir eru millum 16 og 21 ár.

Nógvir útlendskir fótbóltsleikarar eru í bretsku kappingini. Í einum umfari herfyri vóru bert 62 av 220 leikarum á vøllinum úr Bretlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Gudstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519