- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóan Símun Edmundsson hevur givið avboð
Jóan Símun Edmundsson hevur givið avboð
Jóan Símun Edmundsson verður ikki við, tá Føroyar spæla ímóti Aserbadjan og Malta
12.11.2018 - 11:39
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, hevur givið avboð til landsdystirnar ímóti Aserbadjan og Malta.
In.fo skrivar, at hann bleiv skaddur, tá hann í gjár spældi fyri týska felagið hjá sær, Armerina Bielefeld.
Merkisvert er tó, at Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, uttan at blíva útskiftur.
Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur úttikið Meinhard Olsen úr B36 fyri Jóan Símun Edmundsson.
Føroyar skulu í næstum spæla teir báðar seinastu dystirnar í UEFA Nations League bólkaspælinum.
Leygardagin spæla Føroyar á útivølli ímóti Aserbadjan, og týsdagin í næstu viku spæla Føroyar á útivølli ímóti Malta.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV