- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðlíkahald hjartamál hjá nýggjum byggileiðara
Landsverk hevur sett Jón Ó. Sólsker í starvið sum leiðari á Byggideildini.
Jón Ó. Sólsker hevur arbeitt á Byggideildin hjá Landsverki síðani 2014.
39 ára gamli Jón O. Sólsker er útbúgvin byggifrøðingur frá VIA í Danmark.
Byggideildin hjá Landsverki varðar av flestu bygningum hjá landinum, og er hon er eisini byggiharri, tá nýggir bygningar verða bygdir.
Viðlíkahaldið
Byggideildin hevur eisini um hendi alt viðlíkahald av almennum bygningum.
Jón Ó. Sólsker ætlar at arbeiða fyri at fáa meiri pening til viðlíkahaldið.
Ein støðulýsing um landsins ognir skal gerast alt fyri eitt. Hon skal greitt lýsa viðlíkahaldstørvin.
Hitt hjartamálið hjá nýggja leiðaranum á Byggideildini er at ganga á odda við at leggja um til varandi orkukeldur í nýggjum verkætlanum eins og í verandi bygningum hjá landinum.