- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtað fleiri milliónir til politistøðina í Havn
Fíggjarnevndin hjá fólkatinginum hevur samtykt at játta fleiri milliónir til politistøð í Havn.
Ole Birk Olesen, ráðharri í byggimálum, bað Fíggjarnevndina um at hækka játtanina til politistøðina úr sløkum 108 milliónum upp í 138 milliónir krónur.
Danska Bygningsstyrelsen hevur havt umbyggingina í útboði.
Tá avtornaði vórðu bera tvey donsk feløg, sum komu við tilboði.
Tvey boð
Boðini hjá báðum feløgunum vóru hægri enn Bygningsstyrelsen hevði mett kostnaðin at verða.
Harafturat komu nakrar milliónir afturat, sum ikki vóru roknaðar uppí frá byrjan, millum annað til fleiri bilpláss og eyka trygdartiltøk í húsinum.
Danska felagið Ommen og Møller skal umbyggja gamla bankabygningin við Húsagøtu í Havn til politistøð.
Arbeiðið verður í fyrsta lagi liðugt á sumri 2020.