Ferðsluóhapp: Trý flutt á sjúkrahúsið

Ferðsluóhapp: Trý flutt á sjúkrahúsið
Trý fólk, sum í kvøld vóru í einum ferðsluóhappi á Kaldbaksvegnum, eru flutt á landssjúkrahúsi
Sambært vakthavandi rendu bilarnir saman nærhendis Sandvíkarhjalla
 
04.11.2018 - 21:03

Onnur vegbreytin er opin aftur á Kaldbaksvegnum nú, meðan ruddað verður upp eftir ferðsluóhappið, ið hendi um 20 tíðina í kvøld nærhendis Sandvíkarhjalla. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini vóru tvey fólk í eina bilinum, ein maður og eitt barn og ein kvinna var í hinum bilinum. Løgreglan hevur avhoyrt vitnir á staðnum og eftir øllum at døma rendu bilarnir frontalt saman. Hví er enn ov tíðliga at siga. Øll trý eru flutt á landssjúkrahúsið við sjúkrabili, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu álvarsliga, tey eru komin til skaða.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981