Talgildi samleikin eisini fyri útlendskar veitarar

Talgildi samleikin eisini fyri útlendskar veitarar
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at landsstýrið eigur at ansa eftir, at onnur lond viðurkenna føroyska talgilda samleikan
Sambært talgilda samleikanum skal einans talgildur lykil brúkast til alt.
 
01.11.2018 - 07:37

Útlendskir veitarar í Føroyum eiga eisini at koma undir lógina um talgildan samleika í Føroyum.

Tað tað sæst tó ikki í lógartekstinum ella í viðmerkingunum um hann, at lógin eisini er galdandi fyri útlendingar, sum bjóða seg fram í Føroyum. 

Hesin spurningur eigur at viðgerast og svarast soleiðis, at føroyskar fíggjarfyritøkur ikki verða fyri vanbýti á føroyska marknaðinum.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur viðgjørt lógaruppskotið um løgfrøðina í talgilda samleikanum í Føroyum. 

Freistin farin

Freistin at siga sína hugsan um uppskotið var úti í gjár, 31.oktober.

Talgildi samleikin er liður í verkætlanini talgildu Føroyar.

Arbeiðsgevarafelagið heldur ikki, at tað ber til at áleggja privatum fyritøkum at fylgja fyristingarlógini. 

Rættari mannagongd er, at landið í sáttmálanum við privatu fyritøkuna ásetir tær treytir, sum fyritøkan skal halda, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Annað mál er, at eingin veit júst, hvørjar talgildar tænastur verða bjóðaðar fram á marknaðinum í framtíðini. 

Umráðandi at ansa eftir

Og tað er sera umráðandi, sigur Arbeiðsgevarafelagið, at føroyski talgildi samleikin ikki gerst ein forðing fyri at kunna bjóða eina talgilda tænastu út í Føroyum.­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at føroyski talgildi samleikin kann tosa við skipanir uttanlands. 

Umráðandi er, at føroyski talgildi samleikin verður viðurkendur í øðrum londum.

Bæði Arbeiðsgevarafelagið og KT-felagið taka undir við yvirskipaðu ætlanunum um at betra og menna talgilt undirstøðukervi yvirhøvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095