- Tíðindi, mentan og ítróttur
Linari krøv um grundaðan illgruna styrkja vernd
Tað skal gerast lættari at geva fólki tilhald, sum nú skal eita frástøða.
Ætlanin er at broyta tilhaldslógina, so fútin fær loyvi til at taka fyribilsavgerð um frástøðuboð.
Hesi boðini skulu fyri fyrst verja tann órættaða og møgulig húsfólk hjá tí órættaða, til fútin kann taka endaliga avgerð um frástøðuboð ella uppihaldsforboð.
Bráðfengis frástøðuboð skulu hava sama rættarvirknað sum vanlig frástøðuboð eftir tilhaldslógini.
Skjótari vernd
Munurin er serliga tann, at vanligu krøvini um grundaðan illgruna fyri at kunna áleggja tilhald verða linkað.
Tað skal gerast fyri at tryggja skjóta vernd av órættaða, sum er fyri ónáðum frá til dømis fyrrverandi maka.
Broytingin ger, at fyribils tilhald kann verða álagt, um fólk við rímiligari grund er undir illgruna at valda øðrum ónáðir, at ávísar orsøkir eru at halda, at viðkomandi framhaldandi fer at volda hinum ónáðir, og at viðkomandi ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin.