Íslendski landsrætturin viðgjørt drápsmálið

Íslendski landsrætturin viðgjørt drápsmálið
Um í mesta lagi fýra vikur fellur dómur í málinum, sum skakaði Ísland í fjør
Birna Brjánsdóttir varð dripin eftir ein túr í býnum í Reykjavík í januar í fjør.
 
30.10.2018 - 07:20

Revsimálið um drápið í Íslandi í januar í fjør, tá 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir varð fyribeind, er tikið upp til dóms í íslendska landsrættinum. Dómur skal sigast í seinasta lagi um fýra vikur.

Thomas Möller Olsen úr Grønlandi fekk 19 ára fongsulsrevsing fyri drápið og fyri at smugla 23 kilo av hashi við trolaranum, sum hann var við.

Landsrætturin brúkti 13 tímar til at viðgera málið í gjár.

Ákæruvaldið krevur, at dómurin verður staðfestur.

Noktar seg sekan í manndrápi

Verjin hjá Thomasi Möller Olsen krevur frídøming ella, at málið verður slept. 

Í øðrum lagi krevur hann, at Thomas Möller Olsen bara verður dømdur fyri at hava átt lut í drápinum, tað er fyri medvirkan. 

Thomas Möller Olsen hevur alla tíð noktað seg sekan í manndrápi. Hann kastar skuldina á ein skipsfelaga, skrivar RÚV.

Skipsfelagin, sum eisini er úr Grønlandi, varð tikin í fjør, men varð latin leysur aftur eftir tvær vikur í varðhaldi. 

Og ein mánað seinni tók íslendska politiið skuldsetingina móti honum aftur. Hann er ikki undir illguna fyri at eiga lut í drápsmálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981