- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstan øll vaska sær um hendurnar
Spyr.fo hevur gjørt eina spurnarkanning um reinførisvanarnar hjá føroyingum.
Millum annað varð spurt, um tú vaskar tær um hendurnar, tá tú hevur verið á vesi, hvussu ofta tú skiftir borðlappa og hvussu ofta tú ert í bað.
Nógv tey flestu av teimum spurdu siga seg vaska sær um hendurnar, eftir at tey hava verið á vesinum, gott og væl triði hvør sigur seg vera í bað hvønn dag, trý av fýra skifta handklæði minst einaferð um vikuna og meira enn annarhvør skiftir borðlappan fleiri ferðir um vikuna.
Upp á spurningin um, tú vaskar hendur eftir vitjan á vesinum, siga 84 prosent seg vaska hendur, hvørjaferð tey hava verið á vesi.
Í spurnarkanningini varð eisini spurt, hvussu ofta fólk skifta handklæðið, sum familjan brúkar at turka sær um hendurnar við.
Eisini her svaraðu trý av fýra, at handklæðið verður skift minst einaferð um vikuna.
Bakteriur liva allarbest í fukti og skitti, og tí er borðlappin í køkinum ein kelda til bakteriur.
- Tað ræður um at skola lappan væl eftir nýtslu og so at leggja ella heingja hann at turka, tá tú ert liðugur at brúka hann, siga Malan Mikkelsen, eftirlitsfólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og Marita Debess Magnussen, granskari og eigari av rannsóknarstovuni, Thetis.
Ein annar spurningur var, hvussu ofta fólk skifta síni seingjarklæði.
Her siga serfrøðingarnir, at onki ávíst tilmæli er, men Marita Debess Magnussen segði í morgunsendingini, at hon mælir til at skifta seingjarklæði í minsta lagi einaferð um mánaðin.
Spurnarkanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Góðan morgun, Føroyar, varð gjørd millum klokkan átta og níggju mikukvøldið 24/10-2018.
400 fólk vórðu spurd.
Úrslitið av spurnarkanningini býtt á kyn sært tú her.
Úrslitið av spurnarkanningini býtt á aldur sært tú her.
Tey ungu vita ov lítið um reinførið