- Tíðindi, mentan og ítróttur
07 Vestur flutti niður
AB gjørdist stóri vinnarin í seinasta umfarinum í bestu mansdeildini í fótbólti, tí AB vann í dag 2-0 móti EB/Streymi á útivølli á Eiðið, meðan 07 Vestur samstundis tapti 1-0 í Suðri.
Tað sá annars leingi út til, at bæði AB og 07 Vestur fóru at flyta niður. Í næstbestu deildini kundi B68 við einum sigri á Víkingi vinna sær uppflyting. Men dysturin í Leirvík í dag endaði málleysur.
Harvið sat 07 Vestur eftir við Svarta Peri, hóast liðið undan hesum seinastu umfarinum lá tvey stig frammanfyri AB í botninum.
Í Runavík tryggjaði NSÍ sær silvurkrónurnar, tá liðið vann 2-1 móti KÍ, sum endaði uttan heiðursmerki. B36 tryggjaði sær bronsukrónurnar við einum sannførandi 4-1 sigri á útivølli móti Skál.
Í Gundadali staðfesti HB sítt føroyameistaraheiti við at vinna 2-1 móti Víkingi. Harvið setti HB nýtt met við 73 stigum.
Nýtt lið í bestu deildini komandi ár verður ÍF, sum vann næstbestu deildina sannførandi.