Meira av toski og hýsu

Meira av toski og hýsu
Væl meira av toski og hýsu eru avreidd higartil í ár, sammett við í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.
 
25.10.2018 - 09:09

Væl meira av toski og hýsu eru avreidd higartil í ár, sammett við í fjør.

Tað vísa tølini hjá Hagstovu Føroya.

Avreiðingarnar av botnfiski tilsamans eru í nøgd áleið tær somu tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Men av týdningamesta botnfiskinum er væl meira avreitt av toski og hýsu  - ávikavist 30 og 25 prosent. Upsin vigar tó mest í heildini, og er nakað minni avreitt av upsa, um 9 posent og 8 prosent minni av øðrum botnfiski.

Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 18 prosent, og væl minni av svartkalva er komið upp á land í ár.

Í síni heild er virðið á botnfiskinum vaksið 12 prosent, meðan nøgdin er vaksin 3 prosent.

Uppgerðin vísir annars, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, tó at glottar eru, og nøgdin av toski og hýsu higartil í ár er tann frægasta, sum verið hevur í fleiri ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856