Manglandi stýring á kommunala búskapinum

Manglandi stýring á kommunala búskapinum
Útreiðslurnar hjá kommununum til onnur endamál enn eldrarøkt eru vaksnar 43 prosent síðani 2011.
 
24.10.2018 - 10:02

Útreiðsluvøksturin hjá kommunum, sum er vaksin 43 prosent, bendir á vantandi fíggjarpolitiska stýring, sigur Búskaparráðið.

Kommunurnar brúktu eina milliard og 667 milliónir í 2011, sammett við tvær milliardir og 392 milliónir í fjør, og tá er eingin peningur til eldrarøkt íroknaður.

Búskaparráðið hartar eisini landið fyri somu vantandi fíggjarstýring. 

Tí útreiðslurnar hjá landinum eru sama tíðarskeið vaksnar 21 prosent síðani 2011, - og tá er eldrarøktin ikki íroknað.

Búskaparráðið ávarar um, at í longdini fer vaksandi talið av eldri borgarum at hava við sær stóran útreiðsluvøkstur, sum fer at leggja stórt trýst á almennu kassarnar.

- Tí eiga almennu kassarnir við varisligum og avmarkaðum útreiðsluvøkstri nú at leggja avlop til viks til at standa ímóti við, sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðing síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856