- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur spenningur um FM í kvinnukappingini
Stórur spenningur um FM í kvinnukappingini
Oddaliðini í bestu kvinnudeildini møtast í kvøld í næstseinasta umfari
23.10.2018 - 08:53
Stórur spenningur er undan næstseinsta umfari í fremstu kvinnudeildini í fótbótli, sum verður spælt í kvøld.
Á Skála tekur EB/Streymur/Skála ímóti KÍ. Tey eru á ávikavist fyrsta og øðrum plássi, bæði hava 44 stig í part.
HB, sum er á triðja plássi við 41 stigum, og tí framvegis eisini hevur møguleika at blíva føroyameistari, spælir á útivølli ímóti ÍF/Víkingi.
Báðir dystirnir byrja klokkan 16.30.
Triðji dysturin í næstseinasta umfari í kvinnukappingini er millum B36 og B68. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30.
Støðan undan hesum umfarinum
1.EB/Streymur/Skála | +58 mál | 44 stig |
2.KÍ | +39 mál | 44 stig |
3.HB | +53 mál | 43 stig |
4.ÍF/Víkingur | -27 mál | 18 stig |
5.B36 | -61 mál | 5 stig |
6.B68 | -62 mál | 5 stig |
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV