Stongdu Norðoyatunnilin í hálvan tíma

Stongdu Norðoyatunnilin í hálvan tíma
Ein uppsteðgaður bilur í Norðoyatunlinum var orsøkin til, at løgreglan stongdi Norðoyatunnilin.
 
23.10.2018 - 14:01

Løgreglan noyddist tíðliga seinnapartin steingja Norðoyatunnilin, tí sýnið var vánaligt av royki.

Talan var um ein bil, sum var uppsteðgaður í tunlinum, og nógvur svarmur stóð av honum.

Løgreglan kann stýra útluftingini í undirsjóvartunlunum frá høvuðsstøðini í Havn, og tað varð eisini gjørt í dag, sigur vakthavandi. 

Vifturnar vórðu tendraðar og settar at blæsa, og samstundis fór løgregla og sløkkilið á staðið, men tá var uppsteðgaði bilurin longu farin.

Tunnilin var stongdur góðan hálvan tíma, upplýsir vakthavandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791