Nýtt barnaheim í Havn

Nýtt barnaheim í Havn
Í dag fer løgtingið at viðgera eitt uppskot um at geva landsstýrinum heimild at byggja nýtt barnaheim í Tórshavn.
 
23.10.2018 - 09:11

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at fáa heimild at byggja nýtt barnaheim í Havn fyri í mesta lagi 65 milliónir kr.

Uppskotið var eisini í tinginum í farnu tingsetu, men tað varð ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingið fór til hús, og tí datt tað burtur.

Í uppskotinum, sum datt burtur í síðstu tingsetu, var kostnaðurin mettur til 60 milliónir kr. 

Nú er kostnaðarmetingin 65 milliónir kr., tí fleiri búeindir til familju- og eftirverndarviðgerð skulu gerast.

Hetta verður eisini gjørt, so tað samsvarar við tilmælini frá avvarðandi pørtum á økinum, sum hava vitan um viðgerð og tørv.

Nýggja barnaheimið skal skapa karmar fyri, at børn og ung, sum eru sett heiman, og familjur, sum eru innskrivaðar til familjuviðgerð, fáa betri og fjølbroyttari tilboð.

Gongst sum ætlað verður nýggja barnaheimið liðugt í 2022. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791