Strandferðslan avlýsir túrar vegna vánaligt veður

Strandferðslan avlýsir túrar vegna vánaligt veður
Ringa veðrið í dag hevur ávirkan á bæði bygdaleiðir og oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni, sum nú boðar frá avlýsingum.
 
16.10.2018 - 10:01

Vánaliga veðrið í dag hevur við sær, at Strandferðslan avlýsir túrar bæði hjá bygda- og oyggjaleiðum. 

Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari, hjá Strandferðsluni, sigur við útvarpið, at bygdaleið 701, sum koyrir millum Tvøroyri, Fámjin og Sandvík, koyrir ikki meira í dag. Hetta er fyribils einasta bygdaleiðin, sum er avlýst.

Harafturat hevur Strandferðslan fyribils avlýst túrarnar hjá oyggjaleið 66, sum siglur millum Sandoy og Skúvoy. Tað er møguligt, at leiðin verður tikin upp aftur seinni, um veðrið batnar, sigur Marin Gaardlykke.

Á leið 58, sum siglir millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, eru broytingar, og tað verður ikki siglt til Fugloyar í dag.

Sambært ferðslusamskiparinum hjá Strandferðsluni verða tað møguliga fleiri broytingar á ferðaætlanini í dag, eitt nú vænta tey møguligar broytingar hjá bygdaleiðum, tað vil siga á bussrutunum kring Føroyar. 

- Fyribils kunnu vit siga, at tað kunnu væntast avlýsingar, sigur Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

Broytingar, sum koma fyri, verða dagførdar á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

Nógvur vindur kring landið

Veðurstovan sigur frá nógvi vindi í dag, og Landsverk fráboðar frá nógvum vindi á fleiri vegateinum í landinum:

Gjáarskarð - kl. 09:39 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s 

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 09:49 Skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s 

Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 09:43 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s 

Høgareyn - kl. 09:44 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 33 m/s 

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 09:33 Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s 

Hvalba - kl. 09:49 Skrið, í hvirlunum upp til 37 m/s 

Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 09:45 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 38 m/s 

Porkerishálsur - kl. 09:41 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s

Mælt verður til at koyra varliga á nevndu støðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151