Viðgera eykajáttan

Viðgera eykajáttan
Tingið fer í dag at viðgerða uppskot frá andstøðuni um eykajáttan til Landssjúkrahúsið.
 
27.09.2018 - 07:09

Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at lata 17 milliónir í eykajáttan til Landssjúkrahúsið.

Peningurin er til raksturin á Landssjúkrahúsinum.

Í viðmerkingum til uppskotið verður sagt, at endamálið er at tryggja, at verandi virksemi kann halda fram ótarnað, og at ikki skal vera neyðugt at útseta viðgerðir til komandi ár. Hetta er galdandi fyri allar viðgerðir, bæði heima og uttanlands.

Fyrr í ár kom undan kavi, at Landsjúkrahúsinum tørvaði 20 milliónir krónir.

Landssjúkrahúsið fekk í summar 7 milliónir krónir í eykajáttan. Tað, ið restaði í var funnið við sparingum og at útseta ymiskt.

Eitt annað uppskot er í tingum um eykajáttan. Tað uppskotið eigur landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum.

Við tí uppskotinum verður løgtingið biðið um at játtað 10 milliónir krónir til Landssjúkrahúsið og serviðgerð uttanlands.

Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan 10.

Tilsamans níggju mál eru á skránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824