Viðgera enn tunnilsraðfestingina

Viðgera enn tunnilsraðfestingina
Henrik Old vil framvegis ikki siga, um hann fer at gera, sum løgmaður vil hava hann at gera, og bora Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin
 
25.09.2018 - 17:24

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil framvegis ikki siga, um hann fer at gera, sum løgmaður vil hava hann at gera, og bora Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin.

Tvørturímóti sigur Henrik Old, at landsstýrið enn umrøður, hvør raðfylgjan skal vera í tunnilsgerðunum. 

Løgmaður hevur annars gjørt greitt, at avgerð er tikin, og at Dalstunnilin skal borast áðrenn Fámjinstunnilin.

Í skrivligum svari til grein 52-spurning frá løgtingsmanninum, Bill Justinussen, sum er dagfest í dag, sigur Henrik Old, at hann sum landsstýrismaður "leggur stóran dent á, at ferðasambandið til smærru bygdirnar er nøktandi, og umrøður landsstýrið í hesum døgum, hvør raðfylgja fyri tunnilsgerð er best".

Tað vil siga, at avgerðin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, í síðstu viku um at skera ígjøgnum tunnilsósemjuna í samgonguni, enn hongur í leysum lofti í landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824