- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ruth Vang: Uppskotið er klárt
- Nú skuldi tað gjarna verið liðugt, og tað er tað eisini.
Tað segði Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, tá hon fyri løtu síðani kom av samgongufundi í Tinganesi. Løgtingið skal hava uppskotið um fíggjarlóg 2019 á middegi í dag.
Ruth Vang úr Framsókn vildi ikki fara í smálutir, men segði bara, at hon var nøgd við fíggjarlógaruppskotið.
- Avbjóðingin hevur verið at funnið javnvágina millum at halda aftur og samstundis varðveita eitt tænastustig á vælferðarøkinum, og tað haldi eg, at vit hava megnað, segði Ruth Vang, sum tó viðgekk, at tað hevur fylt nógv, at hetta er seinasta fíggjarlógin, sum skal samtykkjast hjá hesi samgonguni, áðrenn løgtingsval verður í seinasta lagi 1. september næsta ár.
Spurd, um tað sæst í uppskotinum til fíggjarlóg, at samgongan skal finna eina semju í rokmálinum um smáu tunlarnar, svaraði Ruth Vang:
- Ikki mær vitandi, nei.