Løgtingsfundur er í dag kl. 11

Løgtingsfundur er í dag kl. 11
Tingið skal millum annað at viðgera lógaruppskot hjá Sonju Jógvansdóttir um heimila kommunum at byggja, reka og leiga út bústaðir
 
25.09.2018 - 11:10

Sambært uppskotinum skulu kommunur sleppa at stovna bústaðarfeløg sjálvar ella saman við øðrum stovnum og kommunum, eitt nú Bústøðum.

Orsøkin til lógaruppskotið er sambært viðmerkingunum, at fólkatalið í Føroyum er nógv vaksið seinastu árini, og tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri. Fleiri kommunur hava eftirlýst eini heimild fyri at kunna útvega bústaðir til sínar borgarar og tí kann væntast, at kommunur eru, sum vilja taka av møguleikanum at útvega leigubústaðir, heldur uppskotsstillarin.

Í viðmerkingunum stendir millum annað, at bústaðarpolitikkurin ígjøgnum nógv áratíggju hevur í høvuðsheitum verið, at tað er eitt privat mál hjá borgarunum. Leikluturin hjá kommunum hevur verið at útvega lendi til grundøki og landið hevur latið nakað av bústøðum byggja til fólk við serligum tørvi. 

Hetta hevur ført við sær, at bústaðarmarknaðurin er rættiliga einstáttaður sammett við grannalondini, har alsamt meir vanlig hevur verið at hava eitt rímiligt útboð av leigubústøðum, lutaíbúðum,
privatum bústøðum, bústøðum til ávísar bólkar o.s.fr.

Uppskotið setir ikki krøv til kommununa um at gera bústaðarfeløg, men gevur heimild til tær
kommunur, sum ynskja tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824