- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilgongdin undrar stjóran á Almannverkinum
Tað bendir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í samskiftinum millum Løgmansskrivstovuna, Heilsu- og innlendismálaráðið og Almannamálaráðið, á.
Løgmansskrivstovan skrivar í telduposti til Kringvarpið, at grundarlagið undir áskoðanini hjá bygnaðarbólkinum um at skipa Familjufyrisitingina undir Almannaverkinum var at fáa bygnaðin biligari og betri, sum frá líður.
Við at skipa nýggjar ella lítlar stovnar, hvørja ferð nýggj virksemisøki stinga seg upp, verður almenna skipanin alt ov dýr, og fakliga umhvørvið veikt sum frá liður, skrivar Løgmansskrivstovan.
Februar
Í innlitinum sæst, at avgerðin um at flyta familjurættarliga málsøkið frá Heilsu- og innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið var tikin á einum landsstýrisfundi í februar í ár.
Heilsu- og innlendismálaráðið hevði annars í rúma tíð arbeitt við, at landið skuldi yvirtaka málsøkið á Ólavsøku.
Innlitið, sum Kringvarpið hevur fingið, fevnir ikki um gerðabøkurnar hjá Landsstýrinum, og er tí ikki umfatandi. Men næsti teldupostur í málinum, sum Kringvarpið hevur fingið, er 7. mai, tá Løgmannskrivstovan biður øll aðalráð um at koma við viðmerkingum til broytingar í trimum málsøkjabýtum, harímillum at málsøkið familjurættur skal flytast 1. januar 2019.
Til hetta svarar Turið Arge, aðalstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, dagin eftir, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu- og innlendismálum vil vita, nær Løgmannsskrivastovan ætlar at lýsa broytingina. Tí Sirið Stenberg hevur gjørt eina avtalu við løgmann um, at tað er friður um økið fram til Ólavsøku, og at broytingin kann lýsast eftir Ólavsøku.
Bað um fund
Sama dag svarar Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í hinum ráðnum, Almannamálaráðnum, Løgmannsskrivstovuni, at Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, hevur biðið um ein fund við løgmann um flytingina, men at hesin fundur ikki hevur verið enn.
Síðani gongur ein mánaði, til løgmaður 16. juni boðar aðalráðunum frá, at hann stutt eftir Ólavsøku fer at senda út fráboðanina um, at familjurættarliga málsøkið verður flutt frá Heilsu- og innlendismálum til Almannamál.
Næsti teldupostur er frá 23. juli. Tá skrivar Edvard Heen til Eyðun Mohr Hansen aðalstjóran í Almannamálaráðnum, at hann saknar kunning um flytingina av málsøkjum, og at hann heldur, at tað er órógvandi, at støðan er eins ógreið og óavgreidd sum við ársbyrjan.
Undrar stjóran á Almannaverkinum
Av tí at tað í februar varð tikin avgerð um, at málsøkið skuldi flytast, so er tað meira enn løgið, at Almannaverkið ikki hevur fingið meira ítøkiliga høvi ella eina orsøk til at arbeiða víðari við flytingini av málsøkinum, skrivar Edvard Heen.
Edvard Heen vísir í teldupostinum á, at tey í Almannaverkinum vita, at fólk, ið hava arbeitt við familjurættarliga økinum, hava verið órógvað av flytingini, og at fleiri hava sagt seg úr starvi av tí sama.
Hann vil tí vita, hvussu Almannaverkið sum skjótast kemur víðari í samskiftinum um yvirtøkuna.
Tveir dagar seinni, tað vil siga 25. juli, sendir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, teldupostin víðari til Marjuna Hanusardóttir, aðalstjóra í Løgmannsskrivsstovuni. Hann vísir á, at avtala hevur verið um, at Familjufyrisitingin skuldi seta seg í samband við Almannaverkið fyri at fáa fund um málið, so málsøkjabýtið kundi fyrireikast so gott, sum til ber, men at hetta ikki er hent.
Aðalstjórin skrivar, at tað má verða ábyrgdin hjá tí, ið hevur málsøkið, og tískil eisini neyðugu vitan og tilfeingi at fyrireika flytingina. Aðalstjórin sigur, at so skjótt Almannamálaráðið verður kontaktað av Familjufyrisitingini ella Heilsu- og innlendismálaráðnum, setur Almannamálaráðið tíð og orku av til at fyrireika málsøkjabýtið.