Christine Lagarde ávarar Bretland

Christine Lagarde ávarar Bretland
Altjóða gjaldoyragrunnurin ávarar um, at bretski búskapurin kemur í álvarsligar trupulleikar av Brexit, sama hvørja leið landið fer.
 
18.09.2018 - 19:42

Tað stendur í frágreiðing frá altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, sum er løgd fyri bretsku stjórnina.

Sambært frágreiðingini, rakar tað búskapin meint, um Bretland fer úr ES við ongum avtalum. 

Áðrenn Brexit

Christine Lagarde, stjóri í Altjóða gjaldoyragrunninum, sigur, at Bretland skal gera 63 handilsavtalur við ES, um tey fara úr samstarvinum uttan avtalu. Hon vísir á, at tað er stórarbeiði at gera.

Lagarde sigur, at Brexit fer veruliga at skaða Bretland - bæði búskapin og gjaldoyrað. Og sannlíkindi eru ikki fyri, at avtalur, sum verða gjørdar eftir Brexit, kunnu viga upp ímóti hesum bakkkasti. Tí hevur tað týdning, at Bretland og ES gera avtalur um útflutning áðrenn Brexit.

Bretland fer úr ES síðsta dag í mars næsta ár. Tað hevur gingið illa, at fáa avtalur um týdningarmikil øki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824