Løntakaratalið heldur fram at seta met

Løntakaratalið heldur fram at seta met
Í juni vóru fyri fyrstu ferð yvir 27.000 løntakarar í Føroyum, skrivar Hagstovan.
 
10.09.2018 - 10:44

Í juni vóru 27.066 løntakarar í Føroyum, 14.064 menn og 13.002 kvinnur.

Løntakaratalið er vaksið síðani 2013 og setir framvegis nýggj met.

Í juni var fyrstu ferð, at løntakarar í bólkinum byggivinna og onnur tilvirking vóru fleiri enn løntakarar í bólkinum, sum eitur fiskivinna og onnur ráevnisvinna.

Fiskivinna og onnur ráevnisvinna umfatar landbúnað, fiskiskap, ali- og kryvjivirki, ráevnisvinnu og fiskavøruídnað. 

Byggivinna og onnur tilvirking umfatar skipasmiðjur, smiðjur, annan ídnað, bygging og orku- og vatnveiting

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár og fær A-inntøku og býr í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. 

Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn, sum í minsta lagi er ájavnt einari dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859