Prísmunurin á húsum í og uttanfyri Tórshavn minkar

Prísmunurin á húsum í og uttanfyri Tórshavn minkar
Húsaprísirnir uttan fyri Havnina gera eitt lutfalsliga størri lop uppeftir í ár, enn húsaprísirnir í Havn.
 
05.09.2018 - 14:27

Prísmunurin millum hús í Havn og hús uttanfyri Havnina minkar í ár.

Orsøkin er, at húsaprísirnir uttanfyri Havnina gera eitt lutfalsliga størri lop uppeftir í ár, enn húsaprísirni í Havn.

Tað sæst í heystfrágreiðingi, sum Búskaparráðið legði fram í gjár. 

Hetta skal tó takast við tí fyrivarni, at íbúðarprísir ikki eru við í yvirlitinum, og prísurin á íbúðum í Tórshavn er vaksin lutfalsliga meira enn prísurin á sethúsum, skrivar Búskaparráðið.

Frá 2006 fram til 2016 hevur munurin á prísinum millum hús í Havn og uttan fyri Havnina svingað millum 1 og 1,2 milliónir krónur, men í 2016 gjørdu húsaprísnir í Havn eitt lop, og tá fór prísmunurin upp um 1,5 milliónir. 

Í 2017 var prísmunurin áleið 1,6 milliónir, men higartil í ár er hann altso minkaður aftur til áleið 1,5 millión.

Prísirnir á húsum í Tórshavn hava verið vaksandi síðan 2012, og teir eru nú á væl hægri støði enn prísirnir í 2007 - stutt áðrenn kreppuna. Húsaprísirnir uttanfyri Havnina eru við hesum prísvøkstrinum, vit nú síggja, eisini hægri, enn teir vóru í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791