Fimta hvørt hús stendur tómt

Fimta hvørt hús stendur tómt
Fimta hvørt hús í Suðuroy stendur tómt, og á Sandi stendur eins illa til, um ikki verri
Í Suðuroy standa 422 av 2164 húsum tóm - tað svarar til 19,5 prosent
 
03.09.2018 - 10:04

Tað vísir ein uppteljing av, hvussu nógv hús standa tóm í ávísum kommunum í Føroyum.
Tað er serliga í Sundalagnum, í Suðri og á Sandoynni, at nógv hús standa tóm. Tað sama er ikki galdandi fyri Gøtu, Leirvík og Fuglafjørð.

Kommunufelagið hevur biðið kommunurnar um at telja hvussu nógv av husunum í kommunum standa tóm, men enn hava Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna, Runavíkar Kommuna og Skopunar Kommuna ikki svarað.

Tað er ikki víst, at vit fáa nakra uppgerð frá størru kommunum, sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. 

At Skopun ikki er við merkir, at tølini fyri Sandoynna ikki eru fullfíggjað - men taka vit Sandoynna uttan Skopun, so stendur triðja hvørt hús tómt. 

170 av 489 tóm hús

170 av 489 husum standa tóm á Sandoynni - tað svarar til 34,8 prosent av húsunum.

Í Suðuroy standa 422 av 2.164 húsum tóm - tað svarar til 19,5 prosent. 

Eisini Sundalagið er hart rakt - 191 av 1031 húsum standa tóm - tað svarar til 18,5 prosent.

Í Sunda Kommunu er tað serliga Tjørnuvík, Haldórsvík og Gjógv, sum hava tóm hús standandi, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri.

Øðrvísi er á Skálafjørðinum - har standa 9,3 prosent av húsunum tóm, og í Fuglafjarðar og Eysturkommunu standa 4,5 prosent av húsunum tóm.

Í miðal standa 16 prosent av húsunum í Føroyum tóm - men tá eru sum sagt einans 24 av 29 kommunum taldar við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856