- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísitalið fyri makrelstovnin minkað munandi
Minni er til av makreli, norðhavssild og svartkjafti í ár enn í fjør. Tað er niðurstøðan eftir árligu kanningina hjá Íslandi, Grønlandi, Noregi, Danmark og Føroyum, sum varð gjørd í landnyrðingspartinum av Atlantshavi frá 30. juni til 6. august.
Vísitalið fyri makrelstovnin er minkað 40 prosent. Tað var 10,3 milliónir tons í fjør. Í ár er tað 6,2 milliónir tons, skrivar íslendska havrannsóknarstovan.
Vísitalið fyri makrel er 30 prosent minni í ár enn miðaltalið fyri undanfarin fimm ár.
Norðhavssildin er minkað 24 prosent og svartkjafturin er minkaður 11 prosent.
Niðurstøðan varð handað ICES í gjár. ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk tann 28.september.
Tróndur í Gøtu var leigaður til føroysku kanningarnar í ár.
Kanningarnar vísa, at makrelurin stendur meira eystarlaga í økinum í ár enn í fjør.
Sildin var at finna eystur móti markinum eystanfyri og á Íslandsrygginum í ein útnyrðing móti Íslandi.
Svartkjafturin stóð spjaddur í øllum økinum, men hann er ikki í køldum sjógvi við Eysturgrønland og millum Íslands og Jan Mayen.
Niðurstøðan av kanningini í summar varð handað ICES í gjár. ICES kemur við sínum tilmæli um uppsjóvarfisk tann 28.september.
Kanningin í summar umfataði 2,8 mió. ferkilometrar av havi.
Í ár vórðu fyri fyrstu ferð 250.000 ferkilometrar í Norðsjónum eisini kannaðir.