Nýggjar reglur fyri nýggj grótbrót

Nýggjar reglur fyri nýggj grótbrót
Nýggjar reglur eru galdandi fyri nýggj grótbrot, nýggjar útfyllingar og tunlar. Tað hevur Umhvørvisstovan boðað frá.
 
23.08.2018 - 08:50

Umhvørvisstovan hevur boðað Landsverki, kommunum og teimum stóru byggifyritøkunum frá, at nýggjar reglur eru galdandi fyri nýggj grótbrot, nýggjar útfyllingar og tunlar

Hon fer at viðgera plastið frá spreingiløðingnum í hvørjum einstøkum føri.

Útfyllingar hjá Eysturoyartunlinum á Skálafjørðinum hava fingið serstakt ískoyti til umhvørvisgóðkenningina hjá felagnum, sum ger tunnilin.

Útfyllingarnar í Runavík og á Toftum hava fingið serstaka umhvørvisgóðkenning, har serligur dentur verður lagdur á at avmarka plastdálkingina.

Tað sigur landsstýriskvinnan í unhvørvismálum, Sirið Stenberg, í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Sirið Stenberg sigur eisini, at sera trupult er at forða fyri, at plastið frá spreingingunum á Glyvursnesi spjaðir seg.

Í grótbrotinum á Glyvursnesi, haðani grótið til havnarútbyggingina í Havn kemur, verður sprongt soleiðis, at plastleidningurin í  mestan møguligan mun verður hildin aftur, so leidningurin ikki fer á sjógv saman við grótinum, svarar Sirið Stenberg.

Hon sigur eisini, at hon hevur biðið Umhvørvisstovuna gera eitt uppskot um, hvussu vit fáa sett plastdálkingina á dagsskránna í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856