Innflutt fyri 3,6 milliardir í ár

Innflutt fyri 3,6 milliardir í ár
Føroyar innfluttu fyri tað sama fyrra hálvárið í ár sum fyrra hálvárið í fjør. 3,6 milliardir krónur, upplýsir Hagstovan.
Ongantíð áður hevur verið innflutt so nógv tilfar til byggivinnuna
 
23.08.2018 - 11:59

Sambært Hagstovuni er tað oljuprísurin, sum ger, at vit hava brúkt ein triðing meira upp á brennievni í ár. Men nøgdin vaks tó eisini.

Innflutningurin av akførum er minkaður samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Føroyingar brúka tó framvegis nógv upp á bilar, 250 milliónir krónur fyrra hálvár í ár.

Tað var bara í fjør, at vit innfluttu akfør fyri meir enn tað, tá var talið 25 milliónir størri fyrra hálvárið.

Til beinleiðis brúk í húsarhaldinum er vøksturin fýra prosent. 

Tilfar til byggivinnuna er vaksið nógv í innflutningstølunum, 40 prosent í ár. 

Frammanundan var vøksturin stórur í hesum bólkinum, og ongantíð áður hevur verið innflutt so nógv tilfar til byggivinnuna.

Talið er 420 milliónir krónur fyrra hálvár í ár, tað var 300 milliónir fyrra hálvár í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791