Løgreglan: Øktur vandi fyri teldusníkálopum

Løgreglan: Øktur vandi fyri teldusníkálopum
Alt bendir á, at tað eru felagsskapir og einstaklingar, sum eru ímóti grindadrápi, sum standa aftanfyri, sigur løgreglan í fráboðan til miðlarnar.
 
22.08.2018 - 14:31

Løgreglan boðar frá, at tað í løtuni er stórur vandi fyri álopum á føroyskar heimasíður. Tað eru sokallaði D-DoS álop, sum kunnu væntast í Føroyum. Eitt D-dos álop er eitt álop, har nógvar teldur um allan heim verða settar at senda fyrispurningar til eina heimasíðu í senn, so hon brýtur saman. 

Alt bendir á, at tað eru bæði felagsskapir og einstaklingar, sum eru ímóti grindadrápi, sum standa aftanfyri, sigur løgreglan í fráboðan til miðlarnar í dag.  

Seinastu dagarnar hava verið minst tvey álvarslig D-DoS álop móti tveimum ymiskum føroyskum heimasíðun. Álopini gjørdu, at síðurnar vóru óvirknar eitt tíðarbil.

Somu persónar eru undir illgruna fyri at hava hackað eina ávísa føroyska heimasíðu og likið persónligar upplýsingar sum teldupostadressur og passorð.

Løgreglan heitir á allar fyritøkur og myndugleikar um at halda eitt vakið eyga við teirra KT-skipanum, login og KT-verjugarði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856