- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava hoyrt frá fólki um illgrunasama málið
Teirra millum eru nøkur, sum politiið ikki hevur tosað við fyrr um hetta mál. Men nøkur eru eisini, sum politiið hevur tosað við fyrr.
Enn er tó einki avgerandi nýtt um málið, ikki, sum politiið vil upplýsa um.
Politiið boðaði fyri einari viku síðani frá, at málið um illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen verður tikið upp aftur.
Politiið heitir á fólk um at venda sær til politiið á telefon 114, um tey halda seg vita okkurt um málið. Áheitanin er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum.
Politiið skrásetir øll, sum ringja inn um málið og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt, stóð í fráboðanini frá politinum, sum hevði hendan boðskapin til fólk:
- Sjálvt um vitanin, tú situr inni við, kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið.
Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð við byrgingina um Hvannasund tann 21. november í 2012.
Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina tá var, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent.
Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini sigur, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar framhaldandi eru um hendingina í november í 2012.
- Søgur ganga áhaldandi um hendingina, og vit vilja gjarna hava greiðu á, hvat hendi. Vit hugsa fyrst og fremst um familjuna hjá gentuni, sigur Hildur Hentze.