Vunnu stórsigur á Litava

Vunnu stórsigur á Litava
Fyri løtu síðani vann føroyska U18 landsliðið 34-23 á Litava í EM-undankapping, sum føroyska liðið í hesum døgum luttekur í.
Mynd: 2018 Tbilsi EHF  
 
14.08.2018 - 09:50

Føroyar vunnu 34-23 í dag á Litava í EM-undankappingini fyri U18 landslið hjá monnum.

Støðan í hálvleikinum var 18-14 til Føroyar. Málverjin, Pauli Jacobsen var valdur til dagsins leikara.

Við sigrinum í dag eru føroyska liðið komið uppá fýra stig fyri fýra dystir. Føroyar eru á triðja plássi í sínum bólki. Frammanfyri Føroyar eru Makedonia og Sveis.

 

Næsti dystur hjá Føroyum verður júst ímóti Sveis. Tann dysturin skal spælast hósdagin klokkan 13.

Skulu Føroyar hava ein møguleika at koma víðari úr bólkinum, skal ein sigur á Sveis helst til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981