- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilur farin útav á Leirvíksvegnum
Bilur farin útav á Leirvíksvegnum

Mynd: HáR
25.07.2018 - 13:28
Ein bilur er í dag farin útav á Leirvíksvegnum. Bilurin liggur á sjónum.
Løgreglan, sløkkilið og bjarginarbátur eru á staðnum.
Staðfest er, at einki fólk var í bilinum, men leitað verður nú í økinum eftir fólki.
Eigarin av bilinum hevur fingið at vita, at bilurin er funnin. Løgreglan segði ikki um bilurin var eftirlýstur.
Fólk, sum eru á fjalli í Leirvík í dag, sóu bilin á sjónum og søgdu løgregluni frá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV