Størri fólkavøkstur í yngru ættarliðunum

Størri fólkavøkstur í yngru ættarliðunum
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at tað legst afturat teimum yngri fólkunum í Føroyum.
Mynd: Hagstovan  
 
16.07.2018 - 14:18

Nú legst afturat teimum yngri fólkunum í Føroyum.

Hagstovan hevur býtt fólkatalið í tveir partar og í fýra partar. Í fyrra býtinum eru tey, sum eru 40 ár ella yngri, og tey, sum eru 40 ár ella eldri.

Størri vøkstur er í tí yngra ættarliðnum:

Orsøkin er, at fleiri fólk flyta til Føroya nú eftir 2014. Fyrr, árini 2004 til 2013, fluttu fleiri av landinum.

Verður býtt í fýra aldursbólkar, er størsti vøksturin í aldursbólkinum 20 til 39 ár:

Hagstovan sigur, at frá 2009 til 2013 vóru bæði nettofráflyting og minking í fólkatalinum.

Men frá 2014 til 2018 er stór nettotilflyting og vøkstur í fólkatalinum. 

Hagstovan væntar, at bæði nettotilflytingin og fólkavøksturin í ár verða nógv størri enn í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791