- Tíðindi, mentan og ítróttur
Økta flogferðslan ein stórur dálkingartrupulleiki

Flogferðslan verður nú mett at standa fyri umleið átta prosent av samlaða CO2-útlátinum.
Stefan Gøssling, professari á universitetinum í Lund, sum hevur skrivað nógv um burðardygga ferðavinnu, sigur við Danmarks Radio, at gongdin bara fer at halda fram.
- Tað er bæði bíligari og lættari at keypa sær flogferðaseðlar, og á sosialu miðlunum síggja og lesa vit í heilum um eksotiskar ferðaupplivingar hjá hvør øðrum, og tað eggjar okkum til at ferðast enn meira, sigur hann og heldur fram:
- Hóast altjóða politiskir leiðarar tosa nógv um veðurlagsbroytingar, og hvussu vit øll somul skulu vera við til at avmarka CO2-útlátið, so er flogferðslan slett ikki við í hesum orðaskiftinum, men livir sína egnu og óskipaðu tilveru.
Professarin vísir á útrokningar hjá grøna vitanarstovninum Concito, sum siga at CO2-útlátið frá einum einstøkum flogtúri millum Danmark til Thailand er umleið fimm tons fyri hvønn ferðandi.
Tað er tvífalt so nógv sum CO2-útlátið sambært ST eigur at vera í meðal fyri hvørt fólk í heiminum eitt heilt ár, um miðalhitin á jørðini ikki skal økjast meira enn tvey stig áðrenn 2050.
Eitt dømi um vaksandi flogferðsluna sást í floghavnini í Kastrup í gjár. Talið av ferðandi har setti met, tá tað fór upp um 110.000 fólk - væl at merkja bara í gjár.
Eisini í Føroyum veksur flogferðslan og harvið útlátið av CO2.
Fyrst í juni í ár vóru 129.000 ferðafólk komin og farin um flogvøllin í Vágum. Tað eru 14,5 prosent meira enn somu tíð í fjør.