Yngulin er smáfallandi

Yngulin er smáfallandi
Nógv minni er til av yngli á Landgrunninum í ár samanborið við í fjør, og sum heild var yngulin smáfallandi.
Mynd: Havstovan  
 
11.07.2018 - 12:13

Tað vísa yngul- og ætikanningarnar, sum Magnus Heinason hevur gjørt nú um mánaðarskiftið. 

Seinastu árini hevur sjógvurin kring Føroyar verið rættiliga feskur, og hendan gongdin heldur fram í ár - serliga tvey tey seinastu árini. Samstundis hevur hitin í sjónum verið rættiliga støðugur, skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.

Gróðurin í vár og higartil í summar er beint undir miðal, og nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er um miðal. Á Landgrunninum var sum vant mest av hvítingsbróðri, tó at bæði nøgdin og støddin vóru minni enn miðal. Eisini var rættiliga lítið av toski, hýsu og nebbasild, og yngulin var smærri enn miðal.

Á Føroyabanka var sjógvurin sum vant umleið 1 hitastig heitari enn á Landgrunninum. Og eins og á Landgrunninum og á víðum havi var sjógvurin rættiliga feskur. Lítið var av plantuæti. Rættiliga nógv var til av djóraæti, men hetta var fyri tað mesta æti, sum upprunaliga er rikið inn á Bankan uttanífrá, meðan lítið var av sløgum, sum bert halda til á Bankanum. 

Eisini var sera lítið av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka. Samlaða talið av nebbasild á Bankanum var tó eitt tað størsta, sum skrásett hevur verið, og harafturat var støddin á nebbasildini væl yvir miðal.

Yngul- og ætikanningar undir Føroyum á sumri eru afturvendandi. Kannað verða eitt nú hiti, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Úrslitini geva fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli, skrivar hav.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856