- Tíðindi, mentan og ítróttur
KVF tryggjað sær rættindi at vísa landsliðið
KVF tryggjað sær rættindi at vísa landsliðið
Undankappingardystir hjá føroyska A-landsliðnum vera eisini at síggja í sjónvarpinum komandi árini
03.07.2018 - 14:19
Kringvarp Føroya hevur undirskrivað avtalu við UEFA og FIFA um rættindini til undankappingardystir í fótbólti hjá A-landsliðnum.
Rættindini fevna um hesar fýra kappingarnar:
Undankapping til EM í 2020 |
Undankapping til HM í 2022 |
Nations League 2018/2019 |
Nations League 2020/2021 |
Kringvarpið í HD
Kringvarp Føroya er eisini farið undir at menna sjónvarpsbussin, OB 11, til HD.
Hetta fer at hava við sær, at sjónvarpsbussurin lýkur tey altjóða krøv, ið verða sett sjónvarpsframleiðara, sum skal framleiða landsdystir til útlendskar sjónvarpsrásir.
Málið er, at Kringvarp Føroya í framtíðini sjálvt skal standa fyri sjónvarpsframleiðslum av A-landsdystum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV