325.000 kr. býttar millum 11 umsóknir úr Útnorðri

325.000 kr. býttar millum 11 umsóknir úr Útnorðri
Høvuðsstaðargrunnurin fekk 22 umsóknir í ár. Helvtin fær pengar.
Stýrið í Høvuðsstaðargrunninum í Útnorðri.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
29.06.2018 - 07:57

Felagsgrunnurin Vestnordisk Hovedstadsfond Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur latið 325.000 kr. í stuðli.

Høvuðsstaðargrunnurin fekk 22 umsóknir hesaferð. 11 teirra fáa pengar úr grunninum.

Stýrið í grunninum hevur júst havt fund í Havn.

Í stýrinum eru borgarstjórar og býráðslimir í Havn, Reykjavík og Nuuk, níggju fólk.

Borgarstjórar og býráðslimir

Fyri Havnina eru Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Heðin Mortensen, býráðslimur, í stýrinum í Høvuðsstaðargrunninum í Útnorðri.

Grunnurin letur stuðul, okkurt um 300.000 kr. um árið, til mentan, undirvísing og ítrótt. 

Endamálið hjá grunninum er at styrkja vitan og samstarv millum borgarar og politikarar í teimum trimum kommununum. 

Ognin í grunninum eru pengarnar, sum tær tríggjar høvuðsstaðarkommunurnar á hvørjum ári lata grunninum.

Næsti fundur hjá stýrinum verður í mai 2019 í Reykjavík.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342