- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í húsi í Bjargamansdali
Eldur í húsi í Bjargamansdali
Um eitt tíðina í nátt varð boðað frá eldi syðst á Borðoynni.
Mynd: JN.fo
25.06.2018 - 08:15
Tað vísti seg, at eldur var í einum húsi í Bjargamansdali.
Tyrla varð boðsend, og hon fór til Klaksvíkar eftir sløkkiliðsmonnum.
Men í Bjargamansdali var ov nógvur vindur, so tyrlan fekk ikki sett seg.
Hon fór aftur til Klaksvíkar við fólkinum og fór so í Bjargamansdal við einum politisti og sløkkiliðsleiðaranum í Klaksvík. Nú fekk tyrlan sett seg, tí hon var lættari.
Men tá var húsið at kalla niðurbrent.
Politiið heldur seg nú kunna staðfesta, at einki fólk var í húsinum.
Men fólk var har fríggjadagin og leygardagin.
Ikki er greitt, hví eldur kom í, men tað verður kannað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV