Nýggj asyl-skipan í Evropa

Nýggj asyl-skipan í Evropa
Arbeitt verður nú við nýggjari asyl-skipan í Evropa. Tað sigur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen
 
07.06.2018 - 10:28

Sambært Løkke, skulu flóttafólk, sum ikki fáa asyl, sambært nýggju ætlanini, savnast í legum í einum landi uttanfyri ES.

Lars Løkke Rasmussen vil tó ikki siga, í hvørjum landi talan er um, men hann sigur, at talan verður um eitt stað, sum ikki er serliga dámligt.

Týskland, Niðurlond og Eysturríki eru nøkur av londunum, sum hava verið við í fyrireikandi samtalunum.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at tey eru komin langt við ætlanunum, og út frá kjakinum, sum hann hevur havt við aðrar ríkisleiðarar í Evropa, so væntar hann, at fyrsta stigið kann takast longu í ár.

Hann leggur tó dent á, at nógvir praktiskir, fíggjarligir og løgfrøðiligir spurningar enn eru óloystir.

Fyrr hevur uppskot verið um, at gera móttøku-miðstøðir í nøkrum londum í Norðurafrika. ES-londini hava ikki verið samd um asyl-politikkin. 

Valið í Italia og Slovenia hevur eisini elvt til størri fremmandahatur og høgra-populistiskt rák í politikkinum, skriva Berlingske og Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791