- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægstirættur í Norðurírlandi afturvísti kæru
Hægstirættur í Norðurírlandi afturvísti kæru
Norðurírska mannarættindanevndin sleppur ikki í hægstarætt í Bretlandi við spurninginum um fría fosturtøku í Norðurírlandi.
07.06.2018 - 15:47
Hægstirættur í Norðurírlandi hevur víst eini kæru aftur frá mannarættindanevndini, skrivar BBC.
Meirilutin av dómarunum sigur, at galdandi lóg í Norðurírlandi kann ikki sameinast við mannarættindini. Men skal málið koma fyri hægstarætt, krevst, at kvinnan er vorðin við barn av einari kynsligari brotsgerð, ella hevur eitt vanskapt fostur.
Frí fosturtøka er ikki loyvd í Norðurírlandi, uttan so at heilsan hjá kvinnuni er í vanda, ella um vandi er fyri, at hon fær varandi mein.
Hægstirættur tók avgerðina fáar dagar eftir, at fólkaatkvøða var í Írlandi um fosturtøku.
Ein stórur meiriluti atkvøddi fyri fríari fosturtøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV