Suðuroyingar mótmæla dystarbyrjan í Gundadali

Suðuroyingar mótmæla dystarbyrjan í Gundadali
Suðuroyingar hava sent inn mótmæli til Fótbóltssamband Føroya um dystin í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum móti B36 í Gundadali, skrivar Suðurrás
Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, sigur, at Suðringar spæla ongan dyst fyri enn í fyrsta lagi klokkan 18.
Mynd: Suðurrás.fo  
 
29.05.2018 - 14:13

Suðuroyringar hava sent inn mótmæli til Fótbóltssamband Føroya um dystin í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum ímóti B36 í Gundadali. Tað skrivar lokalmiðilin Suðurrás

Fótbóltssambandið hevur sett dystin at byrja kl. 17, men fleiri leikarar hjá suðuroyingum skulu til próvtøku, og hóast suðuroyingar hava leigað tyrluna, fáa teir ikki verið í Gundadali, fyrr enn ein tíma áðrenn dysturin skal byrja. 

- Tað er ikki rímiligt, at okkara leikarar ikki hava sama møguleika at fyrireika seg til dystin sum B36, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.

Tí hava vit eisini gjørt av, at vit spæla ongan dyst í Gundadali í morgin fyrr enn í fyrsta lagi kl. 18, sigur hann.

Suðuroyingar hava mótmælt dystartíðina í Gundadali og vilja hava dystin fluttan frá kl. 17 til kl. 18, skrivar Suðurrás.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035