- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran tilreiðar at ríka uran aftur
- Eg havi givið iranska kjarnorkufelagnum, AEOI, boð um at verða tilreiðar at halda fram við at ríka uran ídnaðarliga - og uttan avmarkingar.
Tað sigur Hassan Rouhani, forseti í Iran sambært dagblaðnum Teheran Times, nú USA hevur tikið seg úr kjarnorkuavtaluni.
Hann sigur tó, at Iran fer at virða avtaluna, um hini londini í avtaluni virða treytirnar í henni.
Iranski forsetin leggur herðslu á, at Iran allatíðina hevur hildið avtaluna, men at tað er USA, sum ikki hevur staðið við sínar skyldur í sáttmálanum.
Rouhani vísir eisini á, at amerikanski forsetin hevur lyndi til at leypa frá altjóða avtalum. Her sipar iranski forsetin til Parísavtaluna um veðurlagspolitikk, sum USA eisini hevði skrivað undir, men sum Donald Trump, forseti síðani tók USA úr.
Hassan Rouhani sigur, at nú eru tað bara tey nationalu áhugamálini hjá Iran sum telja.
- Avgerðin hjá Trump er byrjanin til eitt psykologiskt kríggj móti Iran, men okkara djarva fólk fer ikki at lata seg ávirkað av hesum álopinum, sigur hann.
Hassan Rouhani leggur dent á, at kjarnorkuvápnaavtalan nú er millum Iran og tey fimm londini, sum eftir eru. Tey eru Bretland, Frakland, Týskland, Russland og Kina.
Iranska uttanríkisráðið fer komandi vikurnar at tingast við tey londini um kjarnorkuvápnaavtaluna, sigur iranski forsetin, sambært Teheran Times.