Flogskipararnir vrakaðu uppskotið

Flogskipararnir vrakaðu uppskotið
Flogskipararnir hava vrakað uppskotið frá semingsuppskotið, váttar Símun Absalonsen, semingsmaður
 
28.04.2018 - 11:31

Á middegi fer freistin at gera nýggjan sáttamála fyri flogskipararnar, sum flúgva fyri Atlantic Airways. 

Símun Absalonsen, semingsmaður, legði eitt nýtt semingsuppskot fyri partarnar fyri tveimum døgum síðan.

Men flogskipararnir hava vrakað uppskotið. Tað váttar Símun Absalonsen fyri Kringvarpinum. 

Flogskipararnir vrakaðu eisini fyrsta semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar 16. apríl.

Johan Vágadal, formaður í Flogskiparafelagnum, segði við útvarpið 17. apríl, at flogskipararnir krevja heldur betri arbeiðsumstøður, so sum skipaða frítíð, enn lønarhækking. 

Partarnir hava 14 daga freist at boða frá arbeiðssteðgi. Tí kann ein møguligur arbeiðssteðgur í fyrsta lagi raka flogførini hjá Atlantic Airways leygardagin 12. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389